Bakteriur í steiktum høsnarunga kunnu smitta

Bakteriur í steiktum høsnarunga kunnu smitta
Mótstøðuførar bakteriur í høsnarunga doyggja, tá tú hitaviðgerð tær, men DNA'ið í bakteriunum hvørvur ikki og kann gera teg sjúka
 
02.10.2014 - 08:23

Norska matvørueftirlitið skrivar í kostráðum sínum, at nóg mikið er at steikja høsnarungan, hóast 32 prosent av øllum høsnarungabringum, sum verða seldar í handlum, eru smittaðar við antibiotika-mótstøðuføru bakteriuni ESBL. 

Men granskarar eru ósamdir við matvørueftirlitið í, at tað hjálpir at steikja. 

- Bakteriurnar, sum eru á skinninum, doyggja møguliga tá tú steikir kjøtið, men arvaevnini inni í bakteriuni eru harðførari. Og tað eru júst mótstøðuføru ílegurnar, sum vit ræðast, og tær kunnu verða upptikin í tarminum, tá tú hevur etið kjøtið, sigur professarin í kliniskari mikrobiologi á lærda háskúlanum í Tromsø, Ørjan Olsvik. 

Oyðilagda DNA'ið

Yvirlæknin á norska Fólkaheilsustovninum, Martin Steinbakk, er lutvíst samdur við Ørjan Olsvik.

- Hiti oyðileggur oftast DNA'ið, men hvussu nógv hann oyðileggur, er treytað av hita og hvussu hitin er. '

Og tað er higartil óvist, í hvønn mun tarmbakteriurnar upptaka oyðilagda DNA'ið, sigur Steinbakk. 

Sissar

Stipentatur á djóralæknafrøðideildini , Solveig Sølverørd Mo, er ósamd.  

- Ástøðiliga sæð, er tað kanska mikroskopiskur møguleiki fyri, at okkurt av DNA'num yvirlivir, men tað er ikki nakað, sum síggja nakran vanda í, sigur hon.

Matvørueftirlitið sigur við fjølmiðlar, at fyribils eru ongar ætlanir um at broyta kostráðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938