- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eru orðblindir og hava brúk fyri sálarligari hjálp
Nógvir næmingar hava brúk fyri sálarligari hjálp, og hvørt ár má Studentaskúlin í Hoydølum senda tíggjutals næmingar til sálarfrøðing. Tað skrivar heimasíðan IN.FO frá fundi hjá MBF, Meginfelag teirra brekaðu, har Herleif Hammer, rektari greiddi frá støðuni.
Og lestrarvegleiðarin á Studentaskúlanum á Kambsdali skoytti uppí, at tað er heilt átrokandi neyðugt at fáa sálarfrøðingar knýttar at skúlanum.
Tørvurin er vaksin í stórum, tí tey ungu í dag hava havt ein nógv meira turbulentan uppvøkstur, enn tey ungu høvdu fyri nøkrum árum síðani.
Herleif Hammer sigur, at lesivegleiðararnir á í Hoydølum vísa millum 40 og 60 næmingum til sálarfrøðing hvørt ár, tí teir eru í eini slíkari støðu, at vegleiðararnir himprast við at senda teir út í lívið uttan at hava víst teimum til sálarfrøðing.
Nógvir næmingar eru orðblindir
Ein annar trupulleiki er, at nógvir næmingar ikki duga nóg væl at lesa.
Skúlin hevur fingið játtan til ein serlærara, hann hevur kannað allar 300 næmingarnar í fyrstuflokkunum, og staðfest er, at 12 prosent av næmingunum eru orðblindir á ymiskum stigum. Harafturat hava nógvir næmingar lesi- og skrivitrupulleikar, og næstan eingir av næmingunum hava áður;fingið nakra hjálp, sigur Herleif Hammer.
- Næmingar kunnu allir hjálpast, og oftani skal ikki so øgiliga nógv til fyri at bøta um lesiførleikan, men vit tosa um yvir 80 næmingar, sum hava brúk fyri hjálp fyri orðblindni, og tað er avmarkað, hvussu nógv ein einsamallur lærari á Studentaskúlanum kann gera, sigur Herleif Hammer.
Herleif Hammer sigur seg ikki ivast í, at støðan er tann sama á hinum miðnámsskúlunum.