Børn og føroyskt mál á breddan

Børn og føroyskt mál á breddan
Kringvarpið skipar fyri pallborðsfundi um børn og føroyskt mál, nú Barnaútvarpið hevur viðgjørt evnið seinastu vikuna
 
06.10.2014 - 11:47

Alt undirhald til børn er útlendskt. Børn nýta sítt hugflog á donskum og enskum, og tey tosa annað mál, tá ið tey spæla, eru ill, glað ella tá tey eru kul. Seinastu vikuna hevur Barnaútvarpið snúð seg um børn og mál.

Í kvøld tekur Barnaútvarpið við Jonnu Fritsdóttir Mortensen og Elini á Rógvi á odda, evnið uppaftur. Hesaferð á vaksnamannastigi. Pallborðsfundur verður í skúlanum við Løgmannabreyt, um evnið. Fundurin byrjar klokkan 19.30, og hann verður sendur beinleiðis í útvarpinum.

Við borðið sita Oddfríður Marni Rasmussen, lærari, Katrin Bjarnadóttir, námsfrøðingur og taluráðgevi, Katrin Petersen, foreldur, Høgni Reistrup, miðlafrøðingur og Vár í Ólavstovu, móðirmálsfrálærufrøðingur. Orðstýrari er Solby Christiansdóttir.

Ko, ikki kúgv

"Mamma, tað eitur ikki kúgv, men ko."

Trý ára gamli Jákup rættar mammu sína, tí hann á teldli sínum hevur sæð eina kúgv, sum hann heldur eitur ko, tí føroysk orðaspøl við vøkrum grafikki ikki eru at finna á teldlinum.

"Eg hevði "marreridt" í nátt," greiðir 6 ára gamla Rakul frá, og lærari sigur frá næmingum, sum droyma á enskum. Hetta eru dømi, sum manningin á Barnaútvarpinum hevur fingið.

- Hvussu er kenslan hjá okkum vaksnum, tá ið vit hoyra tílíkar útsagnir? Verða vit errin av børnum, sum tosa perudanskt ella børnum, sum duga at telja á enskum, áðrenn tey telja á sínum egna móðurmáli, spyrja tær báðar á barnaredaktiónini og leggja afturat, at stór broyting er farin fram seinastu fýra árini, síðan teldilin kom á marknaðin.

- Men tøknini fáa vit ikki vart okkum fyri, og vit kunnu ikki kappast.

Uttan fyri ringin

Í løtuni kappast vit ikki, vit eru slettis inni í boksiringinum, men lata standa til. Hvønn dag ringja fólk á savnið í Kringvarpinum og vilja keypa eitt eintak av føroyskum teknifilmi, so smæstu eygu og oyru fáa gleði av tí føroyska, men hvønn dag, noyðast tey at siga: "Nei, tíverri, eg havi ikki loyvi at selja føroyskt týtt tilfar við føroyskum røddum."

- Spurningurin er, um vit hava vit ráð at lata standa til? Hvat fer okkara yngsti borgari, hyggjari og lurtari at hugsa um tað føroyska, og tað at vera føroyingur, tá ið alt undirhald er útlendskt, og tey halda seg mangla orð fyri alt, ið er nýmótans og skifta til enskt ella danskt, tá ið tey eru ovurfegin, kedd ella nýta sítt hugflog, spyrja tær báðar Elin á Rógvi og Jonna Fritsdóttir Mortensen, sum báðar arbeiða í Barnaútvarpinum og hava tikið stig til pallborðsfundin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209