Fekk heldur ikki endurgjald í Landsrættinum

Fekk heldur ikki endurgjald í Landsrættinum
Suðuroyar sjúkrahús varð eisini frídømt í Eystara landsrætti, sum staðfesti dómin hjá Føroya rætti
Suðuroyar sjúkrahús hevur ikki endurgjaldsskyldu, hóast ein sjúklingur misti annan armin
 
07.10.2014 - 09:25

Suðuroyar sjúkrahús er eisini frídømt í Eystara landsrætti í einum sakarmáli um endurgjald.

Landsrætturin staðfesti í morgun dómin hjá Føroya rætti frá mars 2011.

Ein maður, sum í 2005 misti høgra undirarm av krabbameini, stevndi eftir 900.000 krónum í endurgjaldi.

900.000 kr. svara til endurgjaldið fyri 70 prosent avlamni.

Men Suðuroyar sjúkrahús skal ikki rinda endurgjald, hóast danska Sjúklingakærunevndin einmælt avgjørdi - og Rættarlæknaráðið segði tað sama - at yvirlæknin, sum viðgjørdi mannin, ikki gjørdi sítt arbeiði til lítar.  

Ikki prógvað

Føroya rættur segði, at tað er ikki prógvað, at maðurin var sloppin undan at missa armin, um yvirlæknin stívliga eitt ár frammanundan setti armin undir regluligt eftirlit.

Maðurin vildi hava dómsvaldið at geva sær viðhald í, at vantandi eftirlitið hjá yvirlæknanum á Tvøroyri var orsøkin til, at hann misti undirarmin. Og tí eigur sjúkrahúsið at bøta fyri tað og rinda honum endurgjald.

Maðurin var 38 ára gamal, tá armurin varð tikin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961