Børn skulu mennast málsliga í talgilda heiminum

Børn skulu mennast málsliga í talgilda heiminum
Javnaðarflokkurin vil Bjørn Kalsø, landsstýrismann, at koma við frágreiðing um eitt hálvt ár
 
07.10.2014 - 13:23

Orðaskiftið um málsligu menningina hjá børnum í talgilda heiminum, sum pallborðsfundur eisini var um í gjárkvøldið, hevur nú við sær, at málið verður reist í tinginum.

Javnaðarflokkurin hevur borið eitt uppskot til samtyktar í løgtingið, har heitt verður á landsstýrismannin í mentamálum um at koma við einari frágreiðing um tiltøk, sum kunnu stimbra málsligu menningina hjá børnum.

Frágreiðingin skal vera ein heildarætlan við tilmælum, tíðarætlan og kostnaðarmeting. 

Skotið verður upp, at frágreiðingin skal verða latin løgtinginum um eitt hálvt ár.

Eigur at verða raðfest

Rigmor Dam, løgtingskvinna, sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at føroysk børn fáa bara tilfar á føroyskum, um hetta verður raðfest. Hon heldur, at á pallborðsfundinum í gjárkvøldið komu fleiri góð hugskot um, hvussu tað ber til at stimbra málsligu menningina hjá børnum, og hesi hugskot eiga at verða tikin við í frágreiðingina. 

Heildarætlanin skal eisini koma við uppskoti um, hvussu søkjast kann um stuðul til tiltøk og at framleiða tilfar, sum stimbra málsligu menningina hjá børnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983