Kubanskir læknar taka tørn ímóti Ebola

Kubanskir læknar taka tørn ímóti Ebola
165 kubanskir læknar eru í Sierra Leone, og nú fara 300 læknar og sjúkrarøktarfrøðingar til Liberia og Guinea, sigur Fidel Castro
Mynd: Savnsmynd

19.10.2014 - 16:24

Kuba hevur sent 165 læknar til Sierra Leone í Vesturafrika at hjálpa til at steðga Ebolasjúkuni, og nú hevur Fidel Castro, fyrrverandi forseti, boðað frá, at Kuba fer at senda 300 læknar og sjúkrarøktarfrøðingar aftrat til Liberia og Guinea.

Samstundis hevur Fidel Castro boðað frá, at Cuba er til reiðar at samstarva við USA, og Fidel Castro tekur sostatt Barak Obama uppá orðið, ið hevur heitt á øll heimsins lond um at gera sítt til, at tamarhald fæst á sjúkuni sum skjótast.

Hóast Kuba á mongum økjum er eitt menningarland, er heilsuverkið millum tey frægu samanborið við onnur lond í Miðamerika, og talið av læknum á Kuba er høgt í mun til fólkatalið.

Ótti fyri búskaparligari vanlukku

Forsetin í Liberia, Ellen Johnson Sirleaf, hevur í eini áheitan biðið øll heimsins lond standa saman í bardaganum ímóti Ebola.

Av teimum 4.500, ið eru deyð av sjúkuni í Vesturafrika, eru 2.200 deyð í Liberia, og forsetin sigur seg óttast fyri, at støðan kann elva til eina búskaparliga vanlukku.

Í Sierra Leone hevur forsetin boðað frá broytingum, sum skulu gera stjórnina betur føra fyri at fáa tamarhald á Ebolasjúkuni.

Verjumálaráðharrin skal standa á odda fyri einum liði, ið skal samskipa tiltøkini ímóti sjúkuni, og hann skal hvønn dag geva forsetanum frágreiðing um støðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844