Innlit átti at verið givið í CIP sáttmálan

Innlit átti at verið givið í CIP sáttmálan
Tá Fíggjarmálaráðið noktaði Kringvarpinum innlit í CIP sáttmálan, var tað ikki røtt avgerð, sigur Løgtingsins Umboðsmaður í niðurstøðuni
Innlit átti at verið givið í CIPsáttmálan
 
03.11.2014 - 11:08

Løgtingsins Umboðsmaður kemur til hesa niðurstøðu:

"Hetta mál byrjaði við eini klagu um viðgerðartíðina av einari umsókn um innlit. Ikki fyrr enn klagað var til mín, fekk klagarin innlit í hetta mál. Tá hevði klagarin bíðað meira enn ein mánað eftir at fáa innlit.

Eg haldi ikki, at tað er nøktandi, at henda innlitsumbøn ikki varðsvarað, fyrr enn eg kom inn í málið. Tað er í § 16, stk. 1 í innlitslógini ásett, at ein myndugleiki sum skjótast skal gera av, um ein áheitan um skjalainnlit kann verða gingin á møti.

Myndugleikarnir hava sostatt eina serliga lógarásetta skyldu at svara innlitsumbønumskjótast gjørligt, og er tað av serligum týdningi, at fjølmiðlar fáa skjalainnlit í mál so skjótt sum gjørligt.

Viðgerð mín av hesari klagu snýr seg um, hvørt Fíggjarmálaráðið hevur strikað út ov nógvar upplýsingar í CIP-sáttmálanum, sum klagarin, tann 11. februar 2014, fekk innlit í.

Umboðsmaðurin hevur heitt á Fíggjarmálaráðið um at greiða frá, í hvønn mun tær upplýsingar í sáttmálanum, sum Fíggjarmálaráðið ikki hevur givið Kringvarpi Føroya innlit í, eru egnaðar at skaða fíggjarligu áhugamál landsins, um innlit verður givið í tær.

Til hetta svarar Fíggjarmálaráðið, at royndir vísa, at ikki krevst nógv, fyrr enn innlit kann noktast á hesum grundarlagi. Hesum eri eg ikki samd við Fíggjarmálaráðnum í.

Útgangsstøðið í innlitslógini er, at rætturin til innlit fevnir um øll skjøl og upplýsingar, og tað krevst ein lógarheimild fyri at sýta eini umsókn um innlit. Fíggjarmálaráðið vísir, í avgerð sínari at avmarka innlit í sáttmálan, til § 13, stk. 1 nr. 5 í innlitslógini."

Les alla frágreiðingina her: Álit viðvíkjandi klagu (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096