Slepp tær úr Ukraina!

Slepp tær úr Ukraina!
Russiski forsetin fekk greið boð frá G20 londunum um at gevast við stuðlinum til uppreisturin í Ukraina.
Mynd: Savnsmynd  
 
16.11.2014 - 14:21


Fundurin í Brisbane í Avstralia millum forsetar og forsætisráðharrar í G 20 londunum er endaður, og londini samdust um at seta í verk tiltøk, sum kunnu fáa meira ferð á heimsbúskapin.

Annars var mesta fundarvirksemið um kreppuna í Ukraina. Russiski forsetin, Vladimir Putin, fekk av at vita á fundinum og kanadiski forsætisráðharrin, Stephen Harper, bað bart út Vladimir Putin sleppa sær úr Ukraina.

Bretski forsætisráðharrin var eisini hvassorðaður við russiska forsetan og gjørdi honum greitt, at tekur Russland ikki hermenn sínar heim og virðir sjálvaavgerðar-rætt Ukraina, fer Bretland saman við hinum ES londunum at seta enn fleiri og harðari handilstiltøk í verk móti Russlandi.

Vladimir Putin brýtur altjóða lóg

Amerikanski forsetin Barak Omaba segði við tíðindafólk, at tá Vladimir Putin útvegar russiskt sinnaða uppreistrar-herinum vápn úr Russlandi, ger russiski forsetin seg inn á altjóða lóg.

Vladimir Putin man ikki hava kent seg væl á fundinum, tí hann fór fyrr enn ætlað aftur til Russlands. Sjálvur lat hann ikki við seg koma. Hann segði fundin vera konstruktivan, men umbar seg við, at tað var langt at flúgva heim, og at hann hevði brúk fyri svøvni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083