Nú skulu ísbjarnir í Grønlandi teljast

Nú skulu ísbjarnir í Grønlandi teljast
Ísbjarnir í Eysturgrønlandi skulu nú teljast og skrásetast á fyrsta sinni, ætlar stovnurin fyri náttúruvernd í Grønlandi
Greiða skal nú fáast á talið og stovnarnar av ísbjarnum í Eysturgrønlandi, ætlar stovnurin fyri náttúruvernd, ið fær pening og hjálp úr Danmark til verkætlanina
Mynd: AP  
 
07.12.2014 - 17:00

Stovnurin fyri náttúruvernd í Grønlandi hevur fingið pening frá Fólkatingsins umhvørvisnevnd til fyrireikandi kanningar. Verkætlanin byrjar væntandi í 2015, tá fólk frá stovninum fyri náttúruvernd fara at tosa við veiðumenn í Eysturgrønlandi.

Seinni er ætlanin, at granskarar skulu seta sendarar á ísbjarnir, so greiða fæst á, hvussu tær ferðast í økinum við Tasilaq í Eysturgrønlandi. Harumframt er ætlanin, at veiðumenn í Eysturgrønlandi eisini skulu gera ílegukanningar av ísbjarnum.

Ílegukanningarnar skulu fáa greiðu á, hvussu nógvir stovnar av ísbjarnum eru, og um neyðugt er við fleiri fyrisitingarligum økjum. Orsøkin, til at ísbjarnir í Eysturgrønlandi ikki áður eru taldar og skrásettar, er, at tað er drúgt og kostnaðarmikið at gera arbeiðið.

Stovnurin fyri náttúruvernd í Grønlandi tekur nú fyrsta stigið, og vónar, at fyrstu úrslitini fyri burðardygga veiðu av ísbjarnum eru tøk í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043