Í lagi at siga fólk úr starvi tí tey eru ov tjúkk

Í lagi at siga fólk úr starvi tí tey eru ov tjúkk
ES-dómstólurin hevur júst staðfest, at tað er í lagi at siga fólk úr starvi, tí tey eru ov tjúkk!
 
18.12.2014 - 10:17

Dómstólurin metir ikki, at har er nøkur serlig regla í lógarverkinum hjá ES, sum verjir tjúkk fólk frá at verða koyrd til hús.

Dómstólurin kemur kortini til tað niðurstøðu, at fiti kann bólkast sum eitt handikapp, um fitin forðar tjúkka persóninum í fult og heilt at taka lut í arbeiðsgongdini á jøvnum føti við aðrar arbeiðstakarar.

 

Heimasíðan hjá Danmarks Radio skrivar, at danin Karsten Kaltoft fekk fótin fyri fýra árum síðani, tá Billund Kommune setti eina spariætlan í verk. Hann varð dagrøktari og av 135 fólkum var hann tann einasti, sum varð sagdur úr starvi. Karten Kaltoft var sannførdur um, at hann varð koyrdur til hús, tí hann vigaði 160 kilo.

Síðani fór fakfelagið FOA inn í málið, tí tey mettu, at uppsøgnin av Karsten Kaltoft ikki var í samsvar við lógarverkið hjá ES. Men tað er hon, tí ES-dómstólurin hevur nú staðfest, at tað er í lagi at siga fólkum úr starvi, tí tey eru ov tjúkk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858