Vraklutir frá horvna Air Asia-flogfarinum funnir

Vraklutir frá horvna Air Asia-flogfarinum funnir
DAGFØRING: Indonesiskir myndugleikar vátta nú, at lutirnir, sum eru sæddir út fyri strondini á Borneo, eru frá horvna Air Asia-flogfarinum
Indonesiskir myndugleikar vátta, at lutirnir, sum eru funnir út fyri Borneo, eru frá horvna Air Asia-flogfarinum
Mynd: Savnsmynd  
 
30.12.2014 - 09:00

Indonesiskir myndugleikar vátta nú, at lutirnir, sum eru sæddir út fyri strondini á Borneo, eru frá horvna Air Asia-flogfarinum.

Í minsta lagi seks lík eru funnin á leiðini, stutt haðani flogfarið hvarv á radaranum sunnudagin.

Sambært myndugleikunum vóru tey deyðu ikki í bjargingarvesti, tá tey vórðu funnin. Tyrlur hjá indonesiska flogvápninum eru farin at taka líkini upp.

Bjargingarvestar, vrakpetti og fleiri lík eru funnin í einum øki einar 10 kilometrar, haðani flogfarið hvarv. 

Myndugleikarnir hava upplýst, at flogfarið helst liggur á 25-30 metra dýpi, og kavarar fara nú at leita eftir flogfarinum.

Flogfarið hvarv sunnudagin, tá tað var á veg úr Indonesia til Singapore. 162 fólk vóru við flogfarinum, av teimum vóru 155 ferðafólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985