Avvarðandi fáa pengar

Avvarðandi fáa pengar
Flogfelagið Air Asia bjóðar nú avvarðandi hjá teimum, sum vóru við niðurdotna flogfarinum, 150.000 krónur í part.
 
05.01.2015 - 15:30

Peningurin er tó ikki tekin um, at Air Asia hevur staðfest, at øll ferðafólkini eru deyð, stendur í einum brævi til tey avvarðandi, sambært CNN.

Flogfarið var heilt, tá tað datt niður

Vrakpetti og líkini, sum eru funnin, benda á, at flogfarið var heilt, tá tað datt niður, skrivar Reuters.

BBC skrivar, at tað stendur eisini teimum avvarðandi at koma út á leiðina, har hildið verður, at flogfarið datt niður, at leggja blómur. 

Flogfarið hvarv, tá tað var á veg úr Indonesia til Singapore. Nú verður dentur lagdur á finna vrakið á havsins botni og svørtu kassarnar.

37 lík funnin 

Stór vrakpetti eru staðfest 30-50 metra dýpi út fyri strondini á Borneo. Higartil eru 37 lík funnin. 

Flogfør og skip úr nógvum londum, og kavarar úr Russlandi og Indonesia eru við í leitingini. 

Samstundis eru myndugleikarnir farnir at kanna flogfelagið Air Asia. Síðani vanlukkuna er komið undan kavi, at felagið hevði ikki loyvi at flúgva sunnudag. Indonesiska flutningsmálaráðið fer nú at kanna allar flogleiðir hjá Air Asia. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044