Fjórða hvørt systkin roykir

Fjórða hvørt systkin roykir
27 prosent av teimum ungu hava systkin, sum roykja dagliga, er niðurstøðan í nýggjari kanning, har roykivanar hjá ungum í Føroyum eru kannaðir
Fjórða hvørt systkin hjá teimum í 9. flokki í Føroyum roykja, vísir nýggj kanning
 
12.01.2015 - 08:08

29 prosent av teimum ungu, sum tóku lut í stóru spurnakanningini, Ungfólk í Føroyum 2012, hava ein pápa, sum roykir dagliga, og 30 prosent hava eina mammu, sum roykir dagliga.

27 prosent av teimum ungu hava systkin, sum roykja dagliga. Tað skrivar heimasíðan hjá Lærarafelagnum, og vísir til stóru spurnakanningin, Ungfólk í Føroyum frá 2012, sum Firus Gaini, granskari, hevur gjørt í 9. flokkum kring alt landið.

19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. 105 ung siga seg roykja ella hava roykt sigarettir dagliga. Og 34 av hesum ungu royktu dagliga, tá tey vóru 13 ár ella yngri. 23 ung - fýra prosent - hava roynt hassj og 13 ung - minni enn trý prosent - hava roynt marijuana.

Fýra ung høvdu roynt hassj innan tey fyltu 13 ár. Granskingarverkætlanin var slóðbrótandi samstarv millum Rannsóknir & Greining á Háskúla Reykjavíkar og Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum.

Firouz Gaini, sum samskipaði og gjøgnumførdi føroyska partin, hevur eisini skrivað frágreiðingina Ungfólk í Føroyum 2012.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655