Óvissa um oljuvinnu í Grønlandi

Óvissa um oljuvinnu í Grønlandi
Trý orkufeløg hava slept ætlanunum um at bora eftir olju í havinum vestanfyri Grønland. Onnur feløg hava útsett ætlanir sínar í fleiri ár
Í løtuni er ógreitt, hvussu verður við oljuvinnuni í Grønlandi. Fleiri oljufeløg hava slept ætlanunum, meðan onnur feløg hava útsett ætlanir sínar
Mynd: AP  
 
14.01.2015 - 09:17

Tað gongur striltið hjá Grønlandi at gerast stórleverandørur av ráevnum. Danska dagblaðið Politiken skrivar, at trý orkufeløg hava slept ætlanunum um at bora eftir olju í havinum vestanfyri Grønland.

Samstudis hava onnur feløg fyribils útsett sínar ætlanir í tvey ár. Metingar frá øllum síðum eru, at útlit eru fyri, at íløgurnar ikki fara at bera seg.

- Tú skalt ongantíð siga ongantíð. Men í støðuni, sum marknaðurin er í nú, samanborið við, at Grønland er eitt land við lítlum undirstøðukervi, lufalsliga strongum umhvørviskrøvum og at veðurlagið eisini er avbjóðing, fer tað at gerast sera dýrt at útbyggja hesi øki.

Tað sigur Johannes Finborud, sum er stjóri fyri felagnum GDF Suez Grønland, sambært danska blaðnum, Politiken.

Trúgva framvegis uppá oljuvinnuna

Hóast oljufeløgini nú draga í land, hava grønlendingar ikki sjálvir mist trúnna uppá, at fyrr ella seinni verður Grønland oljuland.

- Vit eru greið yvir, at Grønland er útjaðari innan oljugransking, og at oljan fer ikki at spríkja upp nú í summar. Tað vita vit. Men Grønland er risastórt, og jarðfrøðin sigur, at finnur tú ikki olju, so finnur tú aðrar møguleikar aðrastaðni, sigur Jørgen Hammenken-Holm í grønlendska ráevnis-málaráðnum.

Lági oljuprísurin hevur tó ikki beinleiðis ávirkan á avgerðina hjá oljufeløgunum. Tá tey skulu taka støðu til framleiðslu, arbeiða tey við tíðarætlanum, sum røkka fleiri áratíggju fram, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980