Fekk granat við sinnopsgassi í trolið

Fekk granat við sinnopsgassi í trolið
Ein danskur deksbátur, sum royndi við Bornholm, fekk í gjár eina granat við sinnopsgassi í trolið
Mynd: Bornholm.nu  
 
28.01.2015 - 10:39

Granatin stavar frá seinna veraldarbardaga, sigur stýrið fyri tilbúgvingina á Bornholm við Ritzau. Granatin er umleið hálvan metur long og vigar 80 kilo.

Í hesum tíðum er tað langt millum, at skip fáa sinnopsgass í trolið. Men í 1990'unum hendi tað javnan, vísa donsk hagtøl, - upp í 100 ferðir um árið, og stundum fekk manningin skaða.

Týsk bumba

Báturin kom inn í Nexø-havn í gjárkvøldið. Tilbúgvingarstýrið hevur tikið á seg uppgávuna at reinsa deksbátin, trolið, fiskakassar og annað.

Minuhermenn frá donsku verjuni eru boðsendir, og teir hava staðfest, at talan er um týska bumbu við sinnopsgassi. Danska fiskiveiðieftirlitið er eisini boðsent.

Eftir seinna veraldarbardaga tveitti Sovjetsamveldið stórar nøgdir av evnafrøðiligum vápnum niður á 100 metrar dýpi eystanfyri Bornholm, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334