Meting: Oljuprísurin enn longur niður

Meting: Oljuprísurin enn longur niður
Oljuprísurin kann lækka niður í 20 dollarar fyri tunnuna, tá fyrstu tríggir mánaðirnir eru farnir av árinum, heldur fíggjingarfyritøka
Oljuprísurin kann lækka niður í 20 dollarar fyri tunnuna, tá fyrstu tríggir mánaðirnir eru farnir av árinum, er metingin hjá fíggingarfyritøku
 
10.02.2015 - 16:45

Oljuprísurin kann lækka niður í 20 dollarar fyri tunnuna, tá fyrstu tríggir mánaðirnir eru farnir av árinum. Tað er spádómurin hjá fíggjarfyritøkuni, Citigroup.

Orsøkina sigur fyritøkan vera, at allar oljugoymslur eru á tremur av olju. Oljuprísurin er lækkaður nógv seinastu sjey mánaðirnar, níður í 43 dollarar fyri tunnuna 29. januar.

Síðani tá er oljuprísurin hækkaður nakað, upp í góðar 52 dollarar fyri tunnuna. Men tað merkir ikki, at oljuprísurin nú hækkar aftur, sigur ráevnisleiðarin hjá Citigroup, Edward Morse.

Orsøkin er færri oljupallar

Orsøkin, til at oljuprísurin nú er hækkaður eitt sindur, kemur av, at færri oljupallar eru í vinnu, heldur ráevnisleiðarin hjá Citigroup.

- Tí eru útlit fyri, at oljuprísurin fer at lækka aftur, tá fyrsta fjórðingsár er farið, tí tá fer uppgerðin at vísa, at allar oljugoymslur eru á tremur.

Tí fer oljuprísurin at lækka niðurum 40 dollarar fyri tunnuna, og hann kann fara so langt niður, sum niður á 20 dollarar fyri tunnuna í eitt tíðarskeið, sigur Morse.

Meta at prísurin fer upp seinni í ár

Metingarfyritøkan S&P sigur seg rokna við, at prísurin á olju úr Norðsjónum fer at liggja um 55 dollarar fyri tunnuna í ár. Tað er 25 dollarar lægri enn fyrr mett.

S&P sigur seg eisini rokna við, at miðaloljuprísurin fyri 2015 til 2018 fer at liggja um 70 dollarar fyri tunnuna, tað er 15 dollarar lægri enn fyrr mett.

Oljufelagskapurin, OPEC, hevur mett, at sølan av olju í ár, verður 400.000 tunnur færri um dagin, enn fyrr mett, og tað fer at fáa prísin at hækka aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985