Kommunur góðtaka ikki rokning fyri viðgjørd fólk

Kommunur góðtaka ikki rokning fyri viðgjørd fólk
Kommunufelagið vil fyrst hava greiði á ábyrgdarbýtinum millum kommunurnar, Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið
 
10.03.2015 - 13:28

Kommunurnar fara at mótmæla uppskotinum hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, um at lata kommunurnar gjalda fyri fólk, sum eru á sjúkrahúsi, hóast tey eru liðugt viðgjørd har.

Kommunufelagið segði í hoyringarskrivinum um lógaruppskotið, at felagið tekur undir við uppskotinum, men við teirri treyt, at kommunurnar fáa pengarnar frá landinum saman við pengunum, sum kommunurnar fáa til eldraøkið og heimarøktina.

Men kommunurnar fingu ikki pengarnar, og tí góðtaka tær ikki, at tær frá í summar fara at fáa rokning fyri fólk, sum eru á sjúkrahúsi.

Ikki øll, sum eru liðugt viðgjørd á sjúkrahúsi, kunnu fara haðani, tí hvørki heimarøkt ella røktarheimspláss eru tøk í kommununi, tey eru skrásett í.

Lógarbroytingin, sum er komin í løgtingið, skal koma í gildi 1.juni.

Kommunurnar eiga ábyrgdina

Av tí at kommunurnar frá 1.januar í ár hava ábyrgdina av heimatænastu og eldrarøkt, heldur Karsten Hansen, at kommunurnar eisini eiga at bera útreiðslurnar, sum sjúkrahúsini fáa, tá tey ikki kunnu útskriva sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, til kommunalu heimatænastuna og eldrarøktina. 

Kommunufelagið vil eisini fyrst hava greiðu á ábyrgdarbýtinum millum kommunurnar, Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið, tá fólk av ymsum orsøkum ikki kunnu fara av sjúkrahúsi.

Sambært tølum, sum Heilsumálaráðið hevur frá sjúkrahúsunum, vóru 38 liðugt viðgjørd fólk á teimum trimum sjúkrahúsunum í fjør, tey høvdu 2.366 innleggingardagar.

Væntaða útreiðslan hjá kommununum verður, sambært Heilsumálaráðnum, okkurt um tvær milliónir krónur um árið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485