Leggur norðanlond undir at reka seg úr sessinum

Leggur norðanlond undir at reka seg úr sessinum
Ísraelski forsætisráðharrin sigur, at norðurlendskar stjórnir brúka milliónir av dollarum at fáa ísraelsku stjórnina frá
 
15.03.2015 - 10:50

Tveir dagar fyri tjóðartingsvalið í Ísrael leggur Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, norðanlond undir at royna at reka seg úr stjórnarleiðarasessinum.

Hann sigur ikki, hvørji norðanlond sipað verður til, men viðurskiftini millum Ísrael og Svøríki hava verið kaldlig, síðani Svøríki viðurkendi Palestina sum sjálvstøðugt land. Tað hevði við sær, at Ísrael tók sendiharra sín heim úr Stokkhólmi, og svenski uttanríkisráðharrin hevur avlýst eina ferð til Ísraels. 

Netanayhu segði í samrøðu við eina ísraelska útvarpsstøð, at norðurlendskar stjórnir hava brúkt fleiri milliónir dollarar í royndunum at fáa ísraelsku stjórnina frá.

Netanyahu og Likud-flokkur hansara hava vunnið fýra val á rað í Ísrael, men nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at andstøðuflokkar, sum hava skipað seg í samgongu, nevnd Sionista-samgongan, fáa fleiri tingsessir enn Likud. Men Netanyahu varðveitir væntandi stjórnarvaldið, tí hann fær stuðul frá smáum høgraflokkum. 

61 sessir krevjast til meiriluta

Til tess at fáa meiriluta krevjast 61 sessir í Knesset.

Kanningin vísir, at Likud fær 22 sessir, og Arbeiðaraflokkurin og miðflokkurin Hatnuah, sum hava skipað Sionistasamgonguna, fáa 26. 

Neyðugt verður tí hjá báðum veingjum í Knesset at fáa stuðull frá øðrum flokkum fyri at fáa meiriluta. 

Fær andstøðan neyðugan stuðul frá øðrum flokkum eftir valið, hava formaðurin í arbeiðaraflokkinum, Yitzhak Herzog, og forkvinnan í Hatnuah, Tzipi Livni, avtalað at býta forsætisráðharrasessin sínámillum í valskeiðnum, og vera stjórnarleiðarar tvey ár í part.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647