Kina bannar innflutningi av laksi

Kina bannar innflutningi av laksi
Kina er ikki komið við nakrari almennari frágreiðing um, hví landið, frá í dag bannar innfluttningi av laksi úr Sør-Trøndelag, Nordland og Troms
Kina bannar frá í dag innfluttningi av laksi úr Sør-Trøndelag, Nordland og Troms í Noregi
 
24.03.2015 - 08:05

Ein serfrøðingur sigur við NRK, at orsøkin er at kinesiski andstøðingurin Liu Xiaobo í 2010 fekk friðarheiðursløn Nobels, sum verður handað í Oslo á hvørjum ári.

Síðan 2010 er norski útflutningurin av laksi til Kina minkaður nógv. Kortini var virðið av norska útflutinginum av sjómati til Kina 3,2 milliardir norskar krónur í 2014, sambært NRK.

Av hesum er laksaútflutningurin úr Sør-Trøndelag, Nordland og Troms um ein fimting av samlaða norska útflutninginum av sjómati til Kina. Laksur úr Skotlandi og Føroyum hevur yvirtikið ein part av marknaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985