Boston bumbumaður funnin sekur í øllum ákærum

Boston bumbumaður funnin sekur í øllum ákærum
Dzhokhar Tsarnaev, ið er ákærdur fyri bumbuálopið á Boston Marathon í 2013, er sekur í øllum 30 ákærunum, sigur nevningatingið í rættarmálinum
21 ára gamli Dzhokhar Tsarnaev er sekur í øllum 30 ákærunum fyri sín leiklut, tá Boston Marathon varð bumbað í apríl 2013, sigur nevningatingið
Mynd: AP  
 
09.04.2015 - 10:52

Nú skal nevningatingið í rættarmálinum taka støðu til, hvønn dóm Dzhokhar Tsarnaev skal hava fyri sín leiklut í bumbuálopinum 15. apríl í 2013.

Tsarnaev verður annaðhvørt dømdur fongul í lívstíð ella  fær deyðadóm. Charlie Baker, guvernørur, tekur undir við at bumbumaðurin fær deyðadóm.

Greinin heldur fram niðanfyri

Verjarnir hjá Dzhokhar Tsarnaev hava játtað, at hann hevði ein leiklut tá atsóknin móti Boston Marathon varð framd. Verjarnir siga, tað var eldri bróðurin hjá Tsarnaev, ið hevði høvuðsleiklutin.

Bumban drap trý fólk og 260 onnur fólk vórðu særd, tá rennararnir komu um málstrikuna í Boston Marathon 2013 rennikappingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155