Sokkin kavbátur hóttir fiskiskapin í Barentshavi

Sokkin kavbátur hóttir fiskiskapin í Barentshavi
Sokni russiski kjarnorkukavbáturin kann vera orsøk til, at forboð verður sett fyri at fiska á nøkrum leiðum í tvey ár
 
01.05.2015 - 15:02

Tað sigur russiski granskarin, Mikhail Korbinsky við Fiskaren.

Kavbáturin sakk í Barentshavinum í august í 2003, tá hann varð sleipaður til upphøggingar. Hann sakk á einum av bestu fiskileiðunum, tætt við norska markið í Barentshavinum.

Hóttir fiskiskapin

Umborð á kavbátinum vóru 800 kg av kjarnorkuevnum. Níggju fólk fórust við kavbátinum. Hann verður nú mettur sum størsta hóttanin ímóti fiskiskapi í Barentshavinum.

Skrokkurin var vánaligur, og mett verður, at tað ganga ikki meir enn 10 ár, til kjarnorkuevnini fara at leka úr kavbátinum, og tað fer at hava ógvusliga dálkin við sær, sigur leiðarin í umhvørvisfelagskapinum, Bellona, Nils Bøhmer við blaðið.

Hann mælir til, at Rusland og Noreg í felag fara at royna at taka kavbátin uppaftur, so sleppast kann undan eini ógvusligari umhvørvisdálking.
Eftir eina ráðstevnu um Barentshavið í Murmansk í fjør, hevur Rusland sett ynski fram um at taka tann kavbátin og ein annan kavbát upp úr Barentshavinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659