Gjaldið til heilsutrygd hækkar

Gjaldið til heilsutrygd hækkar
1. juni hækkar gjaldið til heilsutrygd 10 krónur, so tað verður 170 krónur um mánaðin
 
14.05.2015 - 16:38

Løgtingið samtykti í gjár, at fasta mánaðarliga gjaldið til heilsutrygd skal hækka við 10 kr. 1. juni, so tað kemur upp á 170 kr um mánaðin. 1. januar 2016 hækkar inntøkureguleraða gjaldið úr 0,55 prosentum upp í 0,60 prosent. Samstundis sum inntøkureguleraða gjaldið hækkar, lækkar fasta gjaldið til 165 kr. 

Inngjaldið til heilsutrygd hækkaði seinast í 2012, og síðani eru útreiðslurnar til serliga heilivág og hjálparráð hækkaðar. Greitt er, at Heilsutrygd ikki klárar útreiðslurnar í 2015 við verandi játtan, og tí hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum mett tað vera neyðugt at hækka inngjaldið til Heilsutrygd beinanvegin. 

Hækkingin av heilsutrygdargjaldinum fer at geva Heilsutrygd 9,2 milliónir kr afturat í 2015 og 2016. 

15 løgtingslimir atkvøddu fyri at hækka inngjaldið til Heilsutrygd, og 11 atkvøddu ímóti. 

Tinglimir úr andstøðuni, ið ikki tóku undir við at hækka inngjaldið til Heilsutrygd, mettu, at skipanin við Heilsutrygd eigur at vera eftirmett. Heilsutrygdargjaldið er hækkað fleiri ferðir seinastu árini, og tað rakar serliga tey við lágari inntøku meint, tí fasta inngjaldið er høgt. Andstøðutinglimir, ið ikki vildu taka undir við uppskotinum, mæltu í staðin til, at málið fekk eina gjøllari viðgerð og varð lagt fram aftur á ólavsøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968