Umrøða ætlanina at steingja føðideildina

Umrøða ætlanina at steingja føðideildina
Borgarstjórarnir í Suðuroy hittast klokkan 13 í dag, at umrøða ætlanina at steingja føðideildina á Suðuroyar sjúkrahúsi á nýggjárinum
Klokkan 13 hittast borgarstjórarnir í Suðuroy við landsstýrismannin í heilsumálum, at umrøða ætlanina at steingja føðideildina á sjúkrahúsinum á Tvøroyri
 
18.05.2015 - 13:15

Klokkan eitt í dag verður fundur millum borgarstjórarnar í Suðuroynni, Karsten Hansen landsstýrismann, og leiðsluna á Suðuroyar sjúkrahúsi um føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Borgarstjórarnir í Suðuroy vilja millum annað vita, um tað eru pengar, sum eru orsøkin til at føðideildin á sjúkrahúsinum í oynni má latast aftur á nýggjárinum.

Harumframt vilja borgarstjórarnir í Suðuroy vita um aðrar orsøkir eru til avgerðina, enn tær sum standa í skrivinum frá leiðsluni á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053