- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óðamannaverk at leggja skúlar saman í skundi
Tað er óðamannaverk at leggja skúlar saman í skundi, áðrenn nýggi skúlabygnaðurin yvirhøvur er klárur.
- Tað er óskiljandi, at samanleggingar skuldu skundast ígjøgnum á nýggjárinum, sigur Herálvur Jacobsen, formaur í Føroya Lærarafelag, við skúlablaðið, og sipar til samanleggingingarnar av Venjingarskúlanum og kommunuskúlanum í Havn og av skúlanum við Ziskatrøð og skúlanum við Ósánna í Klaksvík.
Hann heldur, at í besta føri er tað sum er hent óumhugsað og í ringasta føri skaðiligt.
Og lítið talar fyri, at landsmyndugleikarnir fara at skera ígjøgnum og biðja kommunurnar um at bíða við samanleggingunum, tí tøgn og ráðaloysi valdar í Mentamálaráðnum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag.