Útflutningurin vaksin

Útflutningurin vaksin
Seinastu fimm árini er føroyski útflutningurin av vørum vaksin 35 prosent, og innflutningurin er vaksin 37 prosent
 
12.06.2015 - 08:20

Stórar broytingar eru hesi fimm árini frá 2010 til 2014, serliga í útflutninginum, skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu. Nógv fleiri føroyskar vørur fara nú til Russlands, Kina og USA.

Men føroyingar keypa framvegis nógv mest úr hinum Norðurlondunum. Næstan 60 prosent av innflutninginum eru úr Norðurlondunum, serliga úr Danmark og Noregi.

Innflutningurin úr ES er tó vaksin mest hesi fimm árini, og hann er nú 30 prosent. Handilsjavnin, sum er avlop ella hall av samhandlinum við onnur lond, sveiggjaði millum 400 milliónir krónur í avlopi og 1,1 milliard í halli hesi árini.

Stórt hall er í samhandlinum við Norðurlond, og eins stórt ella størri avlop í samhandlinum við øll onnur lond tilsamans, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820