Fólkatingsval flytur formansfund

bannari
Fólkatingsval flytur formansfund
Formanskapirnir á løgtingi og á fólkatingi hittast á hvørjum ári, og londini skiftast um vertskapin
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, væntar, at formansskapirnir hittast í heyst
 
15.06.2015 - 10:28

Árliga fundurin millum formansskapin á Føroya løgtingi og formansskapin í danska fólkatinginun, sum skuldi vera í næstu viku, er útsettur. 

Ætlanin var, at formanskapurin á fólkatingi skuldi koma til Føroya 24. juni. 

Men nú fólkatingsval verður 18. juni, og nýggjur formansskapur tekur við eftir valið, er ferðin til Føroya fyribils útsett. 

Útsett til í heyst

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at enn er ikki greitt, nær formanskapirnir so hittast, men tað verður væntandi einaferð í heyst, sigur hann.

Formanskapirnir á løgtingi og á fólkatingi hittast á hvørjum ári, og londini skiftast um vertskapin. 

Endamálið við fundinum er, at formansskapirnir kunna um politisku støðuna í Danmark og í Føroyum og annars viðgera mál, sum hava serligan áhuga og týdning fyri londini bæði.

Í formansskapinum á løgtingi eru Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, Alfred Olsen, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846