- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðin metstórt yvirskot
Árið í fjør gjørdist tað besta nakrantíð hjá uppsjóvar-samtakinum Varðanum í Gøtu. Varðin hevði 145 milliónir krónur í yvirskoti í fjør. Tá eru skattur og parturin hjá minnilutaeigarum trekt frá. Samlaða yvirskotið hjá Varðanum, áðrenn skatt og partin hjá minnilutaeigarunum, var 199 milliónir krónur.
Varðin er móðirfelag fyri feløgini, sum eiga uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Jupiter, Tummas T., Saksaberg og Høgaklett, umframt trolararnar Heykur og Rankur. Virksemið hjá Varðanum fevnir somuleiðis um línuskip - umvegis dóttirfeløg eigur Varðin í línuskipunum Eivind, Havbúgvanum og Vesturtúgvu. Varðin eigur eisini 76 prosent av uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic á Tvøroyri, 45 prosent av Faroe Origin, umframt ein triðing av felagnum Knassar, sum eitt nú rekur portal.fo
Sambært samtaks-roknskapinum fyri 2014 hevur Varðin nú 325 ársverk á lønarlistanum. Í fjør rindaði Varðin-samtakið 207 milliónir krónur í lønum og hýrum. Tað eru 27 milliónir meira enn árið fyri.
Í roknskapinum verður staðfest, at fiskiskapurin eftir makreli var góður í fjør, og útlitini fyri árið í ár eru somuleiðis góð. Bæði makrel-, silda- og svartkjaftakvoturnar vera væntandi á sama støði í ár sum í fjør, meðan lodnukvoturnar hækka. Megna skipini at fiska sínar kvotur, verður 2015 væntandi eitt gott ár fyri felagið, sigur Varðin í samtaks-roknskapinum. Hóast árið í fjør var tað besta hjá Varðanum nakrantíð, so var nettosølan tó minni enn árið fyri. Í 2013 seldi Varðin fyri 828 milliónir krónur, meðan sølan í fjør var 779 milliónir.
Síðstu árini hava verið sera góð fyri Varðan. Síðstu fimm árini - tað vil siga frá 2010 til og við 2014 - hevur Varðin havt tilsamans 542 milliónir krónur í yvirskoti. Eginognin í felagnum er hesi fimm árini meira enn tvífaldað. Í 2010 var eginognin í Varðanum 335 milliónir krónur, og við árslok í fjør var eginognin komin upp á 792 milliónir krónur. 2009 var síðsta árið, áðrenn Føroyar brutu seg burturúr gomlu strandalanda-avtaluni um uppsjóvarfiskin. Tá, afturi í 2009, var eginognin hjá Varðanum 250 milliónir. Eginognin er tí meira enn trífaldað hesi seks árini.
11 fólk eiga Varðan-samtakið, sum er størsta reiðarí í landinum. Av yvirskotinum á 145 milliónir krónur verður mælt til at gjalda eigarunum 33 milliónir út í vinningsbýti.