Sea Shepherd kann nýta hentleikar á Tvøroyri

Sea Shepherd kann nýta hentleikar á Tvøroyri
Tvøroyrar býráð hevur einmælt samtykt at broyta upprunaliga samtyktina, men borgarar í kommununi hava fyrsta rætt
 
24.06.2015 - 08:11

Ein kommuna hevur í ávísan mun rætt til at geva egnum borgarum frammíhjárætt til hentleikar og tænastur, sum ikki eru lógarkravdar.

Tí hevur býráðið á Tvøroyri nú avgjørt, at fólk í Tvøroyrar kommunu hava fyrsta rætt til tænastur og hentleikar hjá kommununi, tí onnur hava ikki givið sítt íkast sum borgarar og skattgjaldarar.

Løgfrøðingurin hjá Kommunufelagnum segði fyri góðum trimum vikum síðani, at kommunur kunnu nokta fólki at brúka tænastur, sum kommunan onga skyldu hevur at veita, tí eingin lóg krevur tað.

Saklig grundgeving

Men grundgevingin fyri at nokta skal vera saklig. 

Og limaskapur í eitt nú Sea Shepherd er ikki ein saklig grund fyri at nokta fólki at brúka almenn wc ella svimjihyl.

Kommunala eftirlitið sigur eisini, at tað er ikki ein saklig grundgeving at nokta limum í lógligum felasskapum atgongd til kommunalar hentleikar, tí meirilutin í kommunustýrinum er ósamdur við endamálið hjá felagsskapinum. 

Tvøroyrar býráð noktar ikki longur Sea Shepherd at brúka hentleikar hjá kommununi.

Býráðið samtykti einmælt mánadagin at broyta samtyktina frá 22.mai.

Tann samtyktin noktar Sea Shepherd atgongd til allar kommunalar hentleikar.

Fólk í kommununi fyrsta rætt

Og nú sigur býráðið á Tvøroyri so, at fólk, sum eru skrásett í Tvøroyrar kommunu, hava fyrsta rætt til hentleikarnar hjá kommununi.

Er pláss, kunnu onnur enn borgarar í kommununi sleppa fram at hentleikunum, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.

Hin avgerðin, sum býráðið tók tann 22.mai, stendur tó við.

Sambært henni skulu øll, sum ætla sær inn á Trongisvágsfjørð, boða havnarmyndugleikanum frá minst 24 tímar frammanundan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365