Badmintonlandsliðið í hálvfinaluni

Badmintonlandsliðið í hálvfinaluni
Badmintonlandsliðið hevur í dag spælt seg í hálvfinaluna í liðkappingini
 
28.06.2015 - 21:25

Tað hevur gingið sera væl hjá føroysku badmintonleikarunum í dag.

Fyrr í dag vunnu tey 5-0 á Orknoyggjum, og í kvøld vunnu tey aftur 5-0, hesaferð á Gibraltar.

Hetta hevur við sær, at Føroyar nú eru í hálvfinaluni í liðkappingini.

Føroysku leikararnir skulu tíðliga upp í morgin at spæla hálvfinalu móti Isle of Man, tí dysturin byrjar longu klokkan 08.30.

Finalan verður spæld á kvøldi.

Føroyar - Gibraltar 5-0

Einmanleikur menn 21-4,21-6 (Benjamin Gunnarstein)
Einmansleikur kvinnur 21-4,21-7 (Kristina Eriksen)
Tvímansleikur menn 21-11,21-11 (Niclas Eysturoy og Aksel Poulsen)
Tvímansleikur kv. 21-14,20-22,22-20 (Kristina Eriksen og Sólfríð Hjørleifsdóttir)
Blandaður tvímansleikur 21-14,21-12 (Brynhild Carlsson og Benjamin Gunnarstein)

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770