NEAFC herðir eftirlit

NEAFC herðir eftirlit
Skip, sum eru undir illgruna fyri at fiska ólógliga, sleppa nú heldur ikki av við ísfisk ella annan feskan fisk í føroyskum havnum
NEAFC herðir nú eftirlitið, so skip, ið eru undir illgruna fyri at fiska ólógliga, ikki sleppa av við ísfisk ella annan feskan fisk í føroysku havnunum
 
02.07.2015 - 08:28

Í næstan tíggju ár hava londini í fiskivinnusamstarvinum í landnyrðingsatlantshavi, NEAFC, kravt váttan fyri, at fiskurin er fiskaður lógliga, tá skip eru komin inn við frystum fiski.

Í gjár herdi NEAFC hetta eftirlitið, so tað nú eisini er galdandi fyri feskan fisk og feskar fiskavørur.

Sama skipan fyri feskan fisk

Fyri at forða fyri ólógligum og óskipaðum fiskiskapi hevur NEAFC í skjótt tíggju ár kravt prógv frá myndugleikunum í landinum, har sum skipið er skrásett, fyri, at skipið er lógliga skrásett og hevur kvotu.

Harafturat metir havnarmyndugleikin har, sum skipini koma við fiskinum, um alt er í lagi. Hetta hevur, sambært NEAFC, givið sera góð úrslit í stríðnum móti ránsveiðu.

Í gjár kom í gildi sama skipan fyri feskan fisk. Í NEAFC eru londini í ES - Danmark er við fyri Føroyar og Grønland - Ísland, Noreg og Russland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561