Ung úr Norðurlondum savnast í Føroyum

Ung úr Norðurlondum savnast í Føroyum
Størsta stevnan, síðani Ung í Føroyum byrjaði í 2001, verður hildin í døgunum frá 12. til 14. oktober. 90 ung fara tá at arbeiða við skapandi list
Norðurlandahúsið verður í døgunum 12. - 14. oktober karmur um Ung í Føroyum, sum í ár verður tann størsta higartil
 
03.08.2015 - 16:04

Í døgunum 12. - 14. oktober verður Norðurlandahúsið karmur um stevnuna ung í Føroyum. Tá fara 90 ung fólk í aldrinum 13-18 ár úr Noregi, Svøríki, Finnlandi og Føroyum at arbeiða við list og skapandi virksemi.

Ung í Føroyum 2015 verður størsta stevnan, síðani tiltakið byrjaði í 2001. Luttakaratalið er hægri enn árini frammaundan, og stevnan er longd við einum hálvum degi.

Verksmiðjurnar vera seks í tali, og sum nakað nýtt verða tríggir verksmiðjuleiðarar ikki føroyingar, men úr øðrum norðurlondum. Stevnan endar við almennum tiltaki, har luttakararnir fara at vísa listina fram, sum tey hava skapt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523