- Tíðindi, mentan og ítróttur
Land og kommunur ágóða av FarGen pengum
Land og kommunur fáa skatt, tí 2,3 milliónir krónur av teimum tíggju, sum koma úr statskassanum, eru ætlaðar til lønir til fimm fólk.
Tvey fólk í hálvtíðarstarvi skulu í tvey ár arbeiða við ætlanini um at gera eitt granskingarundirstøðukervi fyri eina genomskrá í Føroyum. Genom er allir arvaeginleikar hjá fólki.
Sambært fíggjarætlanini hjá verkætlanini eru ein millión og 80.000 krónur til tvey hálvtíðarstørv, annað er verkætlanarleiðari, sum skal síggja til, at verkætlanin verður framd.
SÍ EISINI Danska fíggjarnevndin skal játta pening til FarGen
Hitt starvið er samskipari. Harafturat eru 736.000 kr. til tveir bioanalytikarar og 480.000 kr. til hálvan phd-lesandi í mýlbiologi, molekylærbiologi.
Granskingarsetrið iNOVA skal hava 120.000 kr. í húsaleigu, 5.000 kr. um mánaðin í tvey ár, og 95.000 kr. fara til at leiga tól frá iNOVA í Granskingarsetrinum.
Neyðugt er at leiga høli frá iNOVA fyri at sleppa fram at tólunum, stendur í fíggjarætlanini. 150.000 kr. eru settar av til ferðing.
Átta milliónir í ár, tvær næsta ár
Slakar 6,2 mió. kr. eru ætlaðar til at lesa genomini og hálv triðja millión til goymslu. Átta milliónir krónur eru í donsku fíggjarlógini í ár, og tvær verða væntandi játtaðar næsta ár.
Mett verður, at í ár verða 3,7 mió. kr. brúktar, 5,5 milliónir næsta ár og 800.000 kr. í 2017. Genomskráin verður stovnað sum partur av vevnaðarskránni hjá Ílegusavninum.
Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum heldur, at føroyska játtanin í fíggjarlógini til FarGen verkætlanina eigur at gerast størri.