Heiðraður fyri at arbeiða til frama fyri Útnorður

Heiðraður fyri at arbeiða til frama fyri Útnorður
Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, gjørdist tann fyrsti, sum fær nýstovnaðu heiðurslønina hjá Útnorðurráðnum
Ólafur Ragnar Grímsson fekk mánakvøldið nýstovnaðu heiðurslønina hjá Útnorðurráðnum fyri arbeiðið, hann hevur gjørt til frama fyri Útnorður
 
11.08.2015 - 13:53

Útnorðurráðið letur heiðurin, sum er ein gullnál, formað sum ein makrelur, nú ráðið heldur 30 ára stovningardagin í Føroyum.

SÍ EISINI Útnorðurráðið letur heiðursløn

Heiðurin varð latin íslendska forsetanum, Ólafi Ragnari Grímssyni, á samkomu í Løkshøll í Runavík mánakvøldið.

Ólafur Ragnar Grímsson fær heiðurin fyri arbeiðið, hann hevur gjørt til frama fyri Útnorður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373