Ráðharrar umrøða trygd eftir miseydnað tok-álop

Ráðharrar umrøða trygd eftir miseydnað tok-álop
ES ráðharrar eru innkallaðir á fund eftir hendingina í seinastu viku, tá ein vápnaður maður ætlaði at fremja yvirgang í einum toki í Fraklandi
ES ráðharrar koma nú saman at umrøða eina nýggja trygdarloysn, í kjalarvørrinum á einum miseydnaðum yvirgangsálopi í Fraklandi fríggjadagin. ætlanin var at fremja í einum toki
Mynd: AP  
 
26.08.2015 - 11:44

Innanríkis- og flutningsráðharrar í Evropeiska samveldinum hittast tí leygardagin í kjalarvørrinum á yvirgangsálopinum í einum toki í Fraklandi seinasta fríggjadag.

- Vit fara at hyggja at ítøkiligum uppskotum, sigur Bernard Cazeneuve, franski innanríkisráðharrin, sambært tíðindastovunum, Ritzau og AFP.

Umhugsa at seta yvirskipaða trygdarloysn í verk

Ein loysn, ið myndugleikarnir umhugsa at seta í verk, er sama skipanin, sum í dag er í flogvallum kring allan heimin, har ferðafólk verða kannað gjølla.

- Vit mugu kanna, um vit kunnu innføra eina yvirskipaða trygdarloysn fyri allar almennar samferðslumøguleikar, sigur franski innanríkisráðharrin.

Tað var fríggjadagin í seinastu viku, at ein 25 ára gamal maður við automatiskum vápni, 270 patrónum, pistóli, bensini og knívi ætlaði at fremja yvirgang í einum toki í Fraklandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454