Frakland bumbar Sýria

Frakland bumbar Sýria
Fronsk stríðsflogfør sleptu í morgun fyrstu bumburnar í Sýria.
Frakland er farið aktivt inn í stríðið móti yvirgangsfelagsskapinum IS
Mynd: Sameer al-Doumy © Scanpix  
 
27.09.2015 - 13:56

Í fráboðan frá franska forsetanum verður sagt, at Frakland nú er farið aktivt inn í stríðið móti yvirgangsfelagsskapinum IS.

Fronsk stríðsflogfør hava í september mánað javnan flogið yvir Sýria fyri at savna upplýsingar um, hvar felagsskapurin IS heldur til. -Bumbuálopið skal vera prógv um okkara vilja at berja niður yvirgangshóttanina frá IS, sigur franski forsetin í fráboðan.

Samstundis mælir Frakland til at funnin verður ein altjóða loysn á kreppuni í Sýria. -Sýriska fólkið má verjast, bæði móti IS og øðrum yvirgangsbólkum og eisini móti bumbunum hjá Bashar al-Assad, forseta, sigur franski forsetin í yvirlýsingini. Franska stjórnin hevur gjørt greitt, at al-Assad forseti hevur ongan leiklut í eini framtíðar loysn fyri Sýria. Alt ov nógv fólk hava latið lív undir hansara stýri.

Í morgin hittast forsetarnir í USA og Russlandi, Barack Obama og Vladimir Putin, fyri at umrøða støðuna í Sýria. Putin er á ST-aðalfundi í New York, og fundurin við Obama verður beint eftir at russiski forsetin hevur hildið røðu í morgin. Sambært Putin eigur heimssamfelagið at stuðla sýriska forsetanum Bashar al-Assad, tí hann stríðist móti yvirgangsfelagsskapum. Reuters-tíðindastovan endurgevur Putin fyri at siga, at tað er skeivt av USA at stuðla uppreistrarbólkum í Sýria, sum siga seg stríðast móti IS. Amerikanski stuðulin til hesar bólkar er bæði ólógligur og óbrúkiligur, sigur Vladimir Putin og vísir á dømi um, at uppreistrarmenn, vandir av USA, fara uppí IS - enntá við vápnum úr Washington.

Russland hevur síðstu vikurnar sent stríðsútgerð - flogfør, stríðsvognar og aðra útgerð - til Sýria fyri at stuðla sýrisku hermegini. USA hevur í sínum lagi funnist at russiska stignum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Vikuskiftið 2 mei 2025
191349
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187