BP skal rinda risa endurgjald

BP skal rinda risa endurgjald
British Petroleum skal rinda amerikansku myndugleikunum 140 milliardir krónur fyri oljudálkingarvanlukkuna fyri fimm árum síðani
BP hevur gjørt semju við amerikonsku myndugleikarnar í málinum um oljudálkingarvanlukkuna í Meksikanska Flógvanum í 2010
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
07.10.2015 - 09:04

Oljurisin, British Petroleum, hevur gjørt semju um at rinda 140 milliardir krónur í endurgjaldi til amerikanskar myndugleikar fyri stóru oljudálkingarvanlukkuna í Meksikanska Flógvanum í 2010.

Tað skrivar Financial Times. 11 starvsfólk lótu lív, og fleiri milliónir litrar av olju dálkaðu umhvørvið í Flógvanum.

Greinin heldur fram niðanfyri

- BP fær revsing sum uppiborið og letur samstundis týdningarmikið endurgjald fyri skaðarnar, sum fyritøkan hevur gjørt á umhvørvið og búskapirnar í økinum, sigur amerikanski løgmálaráðharrin, Loretta Lynch.

Fleiri onnur endurgjaldsmál eru, so samlaða rokningin til British Petroleum verður størri enn tær 140 milliardirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454