Nú verður avgjørt um nakar skal skuldsetast

Nú verður avgjørt um nakar skal skuldsetast
Ein av fyrstu døgunum verður avgjørt, um nakar verður skuldsettur í málinum um deyða seyðin, ið varð funnin í einum húsi í Sandoy á páskum
Fyrsta dagin verður avgjørt, um nakar skal skuldsetast í málinum um deyða seyðin, sum varð funnin í einum húsi við Stóravatn í Sandoynni páskadag, 5. apríl, í ár
 
14.10.2015 - 08:01

Fyrsta dagin verður avgjørt, um nakar skal skuldsetast í málinum um deyða seyðin, sum varð funnin í einum húsi við Stóravatn í Sandoynni páskadag, 5. apríl, í ár.

Politiið hevur fingið ummælið um málið frá Birnu Mørkøre, landsdjóralækna. Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, sigur, at hann hevur latið løgfrøðiligum málsviðgera málið.

Avgerð tikin hesa vikuna

Andrass Marr Poulsen væntar, at avgerð verður tikin í hesari vikuni. Spurningurin er, um til ber at brúka ásetingina um eftirlitsskyldu við djórum í hesum málinum.

Politiið fekk páskadag fráboðan um 10 til 15 seyðir, sum lógu deyðir í einum húsi við Stóravatn. Tann, sum átti seyðin, var uttanlands. Sambært politinum høvdu seyðirnir verið deyðir í nakrar dagar, tá teir vórðu funnir.

Niðurstøðan hjá politinum er, at seyðirnir vóru farnir inn at kroka. Hurðin í húsinum fór aftur og læstist, og tí sluppu seyðirnir ikki út aftur.

Landsdjóralæknin hevur havt málið til ummælis

Tá politið var liðugt víð sínar kanningar í juni, varð málið sent landsdjóralæknanum til ummælis. Tað ummælið hevur politiið nú fingið, og nú verður málið avgreitt.

Sambært djóraverndarlógini eiga djór ikki at vera fyri óneyðugari líðing. Lógin sigur eisini, at tey, sum halda djór, eiga at síggja til, djórið fær nóg nógv at eta og drekka, og at tað í aðrar mátar verður hildið og røkt forsvarliga.

Tilhaldsrúm hjá djórum eiga at vera forsvarliga innrættað. Nú avgerð skal takast um skuldseting ella ikki, er spurningurin um eftirlitsskyldu við djórum rættiliga avgerandi. Hvørki landsdjóralæknin ella politiið vilja í løtuni lata innlit í ummælið hjá landsdjóralæknanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018