- Tíðindi, mentan og ítróttur
Val í Turkalandi í dag
Men nógv er hent í Turkalandi hesar fimm mánaðirnar, síðani stjórnarflokkurin, AKP, misti avgjørda meirlutan.
- Vápnahvíldin við kurdiskar bólkar er brotin, fleiri yvirgangsatsóknir hava verið í landinum, og stjórnin hevur sent bumbuflogfør av stað til Sýria, har tey skulu taka lut í stríðnum at niðurberja ISIL.
Vald fyri ein hvønn prís
Atfinningarsamar røddir finnast at turkiska forsetanum, Recep Tajip Erdogan, sum var ein av stovnarunum av AKP. Hann verður nú lagdur undir at hava útskrivað valið, tí flokkurin hjá honum, AKP-flokkurin, misti meirlutan í juni.
Men sambært serfrøðingum, er stórur vandi fyri, at Turkaland, eftir valið í dag, fer at standa í somu støðu, ella um verri er, verður uppaftur meiri syndrað.
- Erdogan hevur víst, at hann vil gera alt fyri at varðveita valdið. Hann hevur funnið mátar, sum meira ella minni eru í stríð við grundlógina, fyri at varðveita valdið, sigur Svante Cornell, serfrøðingur í turkiskum politikki við Central Asia-Caucasus Institute, við the New York Times.
- Eg havi ilt við at síggja, at hann fer at góðataka veruleikan og skipa samgongustjórn, leggur Cornell aftrat.