Kunnu ikki leita eftir kavbátum í danska ríkinum

Kunnu ikki leita eftir kavbátum í danska ríkinum
Danska verjan er ikki før fyri leita eftir og finna kavbátar við Føroyar ella aðra staðni í ríkinum. Danmark má biðja um hjálp frá NATO
Fleiri fráboðanir eru komnar úr Grønlandi, um at kavbátar eru sæddir seinastu árini. Danska verjan er kortini ikki før fyri at leita eftir kavbátum í hvørki Grønlandi ella aðrastaðni í ríkinum
 
05.11.2015 - 08:08

Gerst neyðugt at leita eftir fremmandum kavbátum, noyðist Danmark at biðja um hjálp frá øðrum NATO-londum, sigur verjumálaráðharrin, Peter Christensen, við Berlingske Tidende.

Blaðið viðgjørdi um vikuskiftið fremmandar kavbátar í sjónum í danska ríkinum. Berlingske hevur leitað fram 15 fráboðanir um kavbátar við Grønland síðani 1980.

Eingin fráboðan úr Føroyum

Í 2006 varð boðað frá einum fremmandum kavbáti í einum fjørði norðan fyri Paamiut. Myndugleikarnir søgdu, at fráboðanin var álítandi og eftirfarandi.

Eingin fráboðan um fremmandar kavbátar við Føroyar er nevnd í blaðnum. Men Grønland hevur serligan áhuga, nú norðurpólsleiðin hevur so stóran áhuga hjá nógvum londum, eitt nú Russlandi.

Danska verjan hevur ikki sonarútgerð, sum krevst, tá skip ella tyrlur leita eftir kavbátum. Útgerðin er spard burtur. Tað eru bumbur, sum verða brúktar móti kavbátum, eisini.

Nýggjar tyrlur kunnu leita eftir kavbátum

Danmark hevur ongar kavbátar. Tær níggju Sea Hawk tyrlurnar, sum Danmark fær næstu árini, eru bygdar til at leita eftir kavbátum.

Men Danmark hevur kortini ikki biðið um at fáa tyrlurnar útgjørdar til at leita eftir og finna kavbátar, skriva Berlingske Tidende.

Í donsku politisku verjusemjuni, sum er galdandi árini 2013-2017, er ikki lagt upp fyri leiting eftir kavbátum. Men Danmark eigur altíð at laga seg eftir altjóða avbjóðingum, sigur verjumálaráðharrin, Peter Christensen, við blaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797