Halda at flogfarið varð sprongt í luftini

Halda at flogfarið varð sprongt í luftini
Ein bumba sprongdi flogfarið, ið datt niður í Sinai hálvoynni í seinastu viku, siga keldur í amerikansku fregnartænastuni
Flogfarið, ið datt niður í Sinai hálvoynni leygardagin, varð sprongt í luftini, vilja keldur í amerikonsku trygdartænastuni vera við. Keldur í Egyptalandi vísa ikki uppáhaldinum aftur
Mynd: AP  
 
05.11.2015 - 12:25

Kelda innan amerkonsku fregnartænastuna upplýsir fyri CNN, at ISIL eftir øllum at døma hevur lagt eina bumbu í ferðafólkaflogfarið, sum datt niður yvir Sinai hálvoynni í Egyptalandi leygardagin.

Sostatt bendir nógv á, at yvirgangsfelagsskapurin hevði rætt, tá hann segði seg hava ábyrgd av flogvanlukkuni, sum kravdi 224 mannalív.

Niðurstøðan ikki endalig

Keldan innan amerikonsku fregnartænastuna leggur dent á, at hetta er ikki endaliga niðurstøðan fyri, hvat hendi við Metrojet flogfarinum, men vit hava varhugan av, at spreingiløðing er løgd í viðførið ella annað stað í flogfarinum.

Í gjár boðaðu fleiri myndugleikar og stjórnin frá, at ein bumba kann vera orsøkin. Russisku loftferðslumyndugleikarnir upplýsa, sambært Reutuers, at tey arbeiða við tveimum møguleikum

Onnur orsøkin er, at talan er um bumbu. Hin orsøkin er, at tekniskt brek var orsøkin til, at flogfarið datt niður. Bretska stjórnin hevur fyribils steðgað allari flúgving millum Sharm el Sheikh og Bretland.

Keldur í Egyptalandi vísa ikki uppáhaldinum aftur

Heldur ikki eyptiskar trygdarkeldur, sum hava tilknýti til kanningarnar av flogvanlukkuni, úthýsa heldur ikki møguleikanum, at talan er um bumbuspreinging.

- Vit halda, at spreingingin hevur verið umborð, men hvat slag vita vit ikki. Sandurin, har flogfarið datt niður, verður nú kannaður fyri at staðfesta, um talan hevur verið um eina bumbu, sigur egyptiska keldan.

Sama keldan leggur aftrat, at spreinginin í flogfarinum, sum datt niður í Sinai hálvoynni leygardagin, kann hava verið í tanganum við brennievni í flogfarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373