Politikarar í Danmark til reiðar at hjálpa

Politikarar í Danmark til reiðar at hjálpa
Danskir politikarar eru til reiðar at hjálpa grønlendskum myndugleikum í málinum um børn í Grønlandi, ið hava verið fyri vanrøkt
Danskir politikarar eru klárir at hjálpa grønlendsku myndugleikunum, eftir at tað er komið fram í kanning, at børn í Norðurgrønlandi eru fyri vansorgan og kynsligari misnýtslu
 
06.11.2015 - 09:40

Danskir politikarar eru til reiðar at hjálpa grønlendskum myndugleikum, tá ið ræður um børn og ung, sum hava verið fyri vansorgan og kynsligari misnýtslu.

Tað siga umboð fyri fleiri danskar flokkar eftir samráðið í fólkatingsins Grønlandsnevnd. Martha Lund Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, var eisini við á fundinum, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

SÍ EISINI Kanning: Børn í Norðurgrønlandi eru fyri vanrøkt

- Vit eru til reiðar at hjálpa. Tað einasta, Grønland skal gera, er at siga okkum, hvar vit kunnu hjálpa, sigur Rasmus Jarlow, framsøgumaður í grønlendskum málum, fyri konservativa flokkin.

Men Rasmus Jarlow og onnur, sum vóru á fundinum, siga, at eingin áheitan kom úr Grønlandi um hjálp:

- Martha Lund Olsen vísti heldur ikki á nakað ávíst. Gjørdi hon tað, høvdu vit verið til reiðar, sigur Rasmus Jarlow, framsøgumaður hjá konservativa flokkinum.

Kann verða neyðugt at bróta grundreglu

Framsøgumaðurin hjá Eindarlistanum í grønlendskum málum, Finn Sørensen, sigur, at tað kann verða neyðugt at bróta grundregluna um, at grønlendingar í hesum førinum sjálvir umsita barnaøkið.

- Vit hava løgrøðiliga og yvirskipaða ábyrgd, sigur Finn Sørensen. Men fyrsta kravið er, at grønlendingar biðja um hjálp, sigur framsøgumaðurin í grønlendingamálum hjá Eindarlistanum, sambært KNR.

Søren Espersen, framsøgumaður hjá Danska fólkaflokkinum í grønlendskum málum, heldur, at so lítið skil er á, at danskir myndugleikar eiga at umsita málsøkið børn fyri grønlendskar myndugleikar fyribils.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678