Svøríki tikið yvirgangsmann

Svøríki tikið yvirgangsmann
Svenska løgreglan tók í gjárkvøldið ein iraka, ið varð eftirlýstur í Svøríki, Danmark og Noreg. Illgruni var um, at hann ætlaði at fremja yvirgang
Anders Thornberg, leiðari fyri Säpo, svensku trygdarløgregluni, tosar við tíðindafólk eftir at løgreglan hevði handtikið ein mann, ið løgreglan sigur hevði ætlanir um at fremja yvirgang
Mynd: AP  
 
20.11.2015 - 12:03

Svenska fregnartænastan vil vera við, at maðurin er limur í Íslamskum Stati, og at hann herfyri kom til Europa fyri at fremja yvirgang.

Maðurin skal avhoyrast í dag, sigur ein talsmaður fyri svensku fregnartænastuna. Svenska løgreglan vildi ikki siga stórvegis um málið í gjárkvøldið.

Nógv løgreglufólk við í átakinum

Aftonbladet tosaði við fólk í býnum, Bolidan, í landnyðringspartinum av Svøríki, har maðurin varð tikin, sum søgdu, at 11 løgreglubilar vóru við í átakinum, og at løgreglufólkini vóru í skottryggum vestum.

Danska loyniløgreglan, PET, váttaði fyri donskum miðlum í gjár, og hon saman við svensku løgregluni, leitaði eftir einum manni sum var undir illgruna fyri yvirgang.

Mikudagin hækkaði Svøríki trygdarstigið í landinum upp í fýra, sum er tað næsthægsta, tí vandi var fyri yvirgangi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373