Geytin 2015: Stina Karina betri enn hinar og hinir

Geytin 2015: Stina Karina betri enn hinar og hinir
Andrias Høgenni vann Geytan 2015 fyri filmin "Stina Karina." Áskoðarunum dámdi tó best "Tunnuna" hjá Jónfinni Stenberg og Jóannesi Lamhauge
Durita Dahl Andreassen spælir sjálv onnur í filminum Stina Karina, sum varar tíggju minuttir.
 
12.12.2015 - 10:09

Andrias Høgenni vann Geytan 2015 fyri filmin Stina Karina. 

Dómsnevndin var samd um, at Stina Karina er besti filmurin av teimum 21, sum komu til kappingina í ár.

Niðurstøðan hjá dómsnevndini er "at halda seg innan givnar karmar kann vera størsta filmslist. At vera avmáldur, ella rættari avmáld, kann vera størsta filmslist. At vera fluga á vegginum, tá tvær kvinnur ætla sær í ball, og eingin annar er til staðar enn guli liturin á hurðini, kann eisini vera størsta filmslist. Mest heilskapti filmur í ár hevur ongar náttúrumyndir, men bjóðar upp til kompaktan kamardans við kamera á vesinum á Oyrasundskollegiinum. Við støði í teimum trimum metingarvirðunum søgu, filmsmáli og tøkni er vinnarin universella søgan Stina Karina. Hon er betri enn hinar," sigur dómsnevndin  í grundgevingini. 

Tvær virðislønir

Virðislønin er 25.000 kr., sum Tryggingarfelagið Føroyar letur, og Geytastandmyndin.

Áskoðaravirðislønina fekk Jónfinn Stenberg, sum saman við Jóannesi Lamhauge gjørdi filmin "Tunnan."

Tórshavnar býráð letur áskoðaravirðislønina, sum er 15.000 kr.

Tíggju filmar vóru við í kappingini í fullsettum Norðurlandahúsi í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329