Annarhvør breti vil sleppa úr Evropasamveldinum

Annarhvør breti vil sleppa úr Evropasamveldinum
Støðan er spent undan toppfundinum hósdagin millum bretska forsætisráðharran, David Cameron, og aðrar ES-leiðarar
Annarhvør breti heldur, Bretland skal limast úr Evropasamveldinum, vísir nýggj veljarakanning. Støðan er spent undan topptundinum millum bretska forsætisráðharran og aðrar ES-leiðarar hósdagin
 
16.12.2015 - 14:29

Bretar hava leingi verið misnøgdir við støðuna mótvegis ES. Undan parliamentsvalinum í mai, lovaði David Cameron, at varð hann afturvaldur, skuldu bretar sleppa á fólkaatkvøðu um bretska ES-limaskapin.

Eygleiðarar vænta, at bretar fara at atkvøða fyri at verða verandi í ES, men afturfyri fer Bretland at seta nýggj krøv um sín ES-limaskap. Tað eru hesi krøv, sum skulu viðgerast á fundinum í Brússel hósdagin.

SÍ EISINI - Hetta er ein tann týdningarmesta avgerðin

Bretski forsætisráðharrin ætlar millum annað at krevja, at so leingi pundið er gjaldoyra í Bretlandi, kann Bretland sleppa undan at veita evrulondunum, sum koma í fíggjarligt óføri. kreppulán.

Annarhvør breti heldur, at Bretland eigur at taka seg úr Evropasamveldinum, vísir ein nýggj spurnarkanning, sambært tíðindastovuni, Ritzau.

Ætlar at skerja almannaveitingar

David Cameron fer eisini at krevja, at ES-borgarar ikki kunnu fáa almannahjálp og skattafrádrátt, so skjótt teir flyta til Bretlands.

Sambært krøvunum, skulu allir ES-borgarar hava búð og arbeitt í Bretlandi í minst fýra ár, áðrenn teir fáa somu skatta- og vælferðarrættindi sum bretar.

Forsetin í Evroparáðnum, Donald Tusk, sigur seg vera til reiðar at finna semju við Bretland um ES-limaskap, men hann vil ikki gera viðmerkingar til krøvini hjá bretska forsætisráðharranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373