Marknaeftirlit kostar eina millión um dagin

Marknaeftirlit kostar eina millión um dagin
Tað fer at kosta DSB umleið eina millión krónur um samdøgrið, skal felagið kanna samleikaprógv hjá øllum, ið ferðast til Svøríkis
Kravið hjá svensku myndugleikunum, um at krevja samleikaprógv frá øllum ferðafólkum, ið ferðast við toki til Svøríkis, kann gerast kostnaðarmikið hjá DSB
 
28.12.2015 - 15:04

Eftirlitið merkir at øll, sum ferðast við toki um Oyrasund, skulu út úr tokinum fyri at vísa pass ella annað samleikaprógv, og síðani fara tey umborð aftur á sama tokið.

DSB vísir ikki aftur, at møguliga verður ómaksgjald legt omaná ferðaseðlaprísin, fyri útreiðslurnar, sum marknaeftirlitið, sum svenska stjórnin hevur sett í verk, kostar.

Umframt kostnaðin av marknaeftirlitinum, fer tað eisini at merkja longri ferðatíðir. Beinleiðis farleiðin millum Keypmannahavn og Stokkhólm verður eisini niðurløgd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454