Marknaeftirlitið heldur fram

Marknaeftirlitið heldur fram
Danska marknaeftirlitið við týska markið heldur fram í 20 dagar aftrat, hevur stjórnin boðað frá
Marknaeftirlitið í Danmark, ið varð sett í gildi 4. januar, og sum skuldi varar í 10 dagar, heldur fram, boðar stjórnin frá
 
13.01.2016 - 12:09

Marknaeftirlitið varð sett í gildi 4. januar, og skuldi vara í 10 dagar, fyri at sleppa undan at flóttafólk vórðu noydd at steðga á í Danmark, tí tey ikki sluppu til Svøríkis.

Nú hevur so Danmark gjørt av at leingja marknaeftirlitð til fyrst í februar. Tað verður gjørt fyri at tryggja lóg og landaskil, sigur ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum, Inger Støjberg.

SÍ EISINI Marknaeftirlit sett í verk við týska markið

ES-nevndin hevur góðtikið danska marknaeftirlitið, sum er á 15 plássum í Danmark, har fólk úr Týsklandi koma.

200 løgreglufólk hava kannað fremmandu fólkini sum koma til landið. Danska stjórnin ætlar kortini ikki at herða eftirlitið, stendur í boðunum frá stjórnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678