Sætti maðurin á mánanum deyður

Sætti maðurin á mánanum deyður
Edgar Mitchell hevði metið sum tann, ið var longst á mánanum, tilsamans 33 tímar
 
06.02.2016 - 17:12

Amerikanski rúmdarmaðurin, Edgar Mitchell, sum var á mánanum í 1971, er deyður, upplýsir NASA. Hann var 85 ara gamal.

Mitchell var rúmdarmaðurin, sum gekk longsta teinin á mánanum, og hann hevði eisini metið sum tann, ið var longst á mánanum, tilsamans 33 tímar.

Edgar Mitchell var sætti rúmdarmaðurin, sum setti fótin á mánan, og hann savnaði umleið 80 pund av gróti og øðrum tilfari á mánanum. 

Mitchell var sjálvur triði í Apollo 14 rúmdarferðini. 

Hann hevur sagt, at hann gjørdist hugtikin av tilveruni sum rúmdarmaður, tá John F. Kennedy, forseti, tíðliga í sekstiárunum kunngjørdi, at hann ætlaði at seta fólk á mánan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444