Frágreiðing: 470.000 fólk í Sýria myrd

Frágreiðing: 470.000 fólk í Sýria myrd
Tíggjunda hvørt fólk í Sýria er annaðhvørt dripið ella hevur fingið skaða síðani Sýria-kríggið byrjaði í 2011, sambært frágreiðing
250.000 fólk eru myrd í Sýria síðani kríggið byrjaði í 2011, sigur ST. Tað veruliga talið er kortini 470.000 fólk, sambært frágreiðing hjá Syrian Center for Policy Research
 
11.02.2016 - 11:59

Kríggið í Sýria hevur kravt nógv mannalív síðani tað byrjaði í 2011. Nógv fleiri mannalív enn ST vil vera við, sigur Syrian Center for Policy Research (SCPR).

Sameindu Tjóðir siga, at kríggið higartil hevur kravt 250.000 lív. Veruleikin sær kortini øðrvísi út, tí tað veruliga talið er 470.000 fólk, sigur SCPR sambært The Guardian.

Tilsamans eru 11,5 prosent av øllum fólkunum í Sýria annaðhvørt myrd ella hava fingið skaða síðani mars 2011, tá kríggið brast á sambært frágreiðingini.

Hevur kostað Sýria nógv

Miðaldurin á fólki í Sýria var 70 ár áðrenn ófriðurin byrjaði í 2011. Nú er miðalaldurin í landinum fallin við 15 árum, niður í 55,4 ár, sambært Syrian Center for Policy Research.

Kríggið í Sýria hevur eisini havt fíggjarligar avleiðingar fyri landið. Fíggjarliga tapið hjá sýrum verður mett til 175 milliónir pund, ið svarar til umleið 1690 milliardir krónur.

Tølini hjá Syrian Center for Policy Research koma samstundis, sum Reyði krossur sigur, at 50.000 fólk í fólkaríkasta býnum, Aleppo, eru rikin frá húsum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373