Nógvir læknar til sjúkar danir

Nógvir læknar til sjúkar danir
Nógv fleiri læknar vera í Danmark næstu árini, vísir framrokning, sum danska Heilsustýrið hevur gjørt
Sambært framrokningunum verða tað gott og væl dupult so nógvir læknar í Danmark, 59 prosent, í 2040 sammett við í dag
 
17.03.2016 - 16:11

Sambært framrokningunum verða tað gott og væl dupult so nógvir læknar, 59 prosent, í 2040 sammett við í dag.

Eisini verður roknað við, at talið á serlæknum verður 49 prosent størri enn í dag. Fleiri orsøkir eru til vøksturin.

Millum annað at fleiri sleppa at útbúgva seg til lækna, at útbúgvingin er stytt, og at pensjónsaldurin er hækkaður. Danska læknafelagið fegnast um framrokningarnar.

Felagið vísir kortini á, at stóra avbjóðingin er at tryggja, at læknar verða útbúnir innan tær sergreinar, sum samfelagið hevur brúk fyri, og at teir verða settir í starv har í landinum, sum tørvurin er størstur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454