Val í Íslandi í heyst

Val í Íslandi í heyst
Í kvøld varð greitt, at val verður í Íslandi í heyst í kjalarvørrinum frá gøluni um fráfarna forsætisráðharran og skattaskjólið í Panama
Sigurður Ingi Jóhannsson, forsætisráðharri, og Bjarni Benediktsson, formaður í Sjálfstæðisflokkinum.
Mynd: RUV  
 
06.04.2016 - 22:55

Teir báðar seinastu dagarnar hevur stjórnarkreppa valdað í Íslandi eftir, at tað kom fram, at forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, hevði tilknýti til mál um at brúka Panama sum skattaskjól. Hetta varð avdúkað í sonevndu Panamaskjølunum, sum komu undan kavi í vikuni. 

Fyrst fór forsætisráðharrin frá og næstformaðurin í flokki hansara, Framsóknarflokkinum, Sigurður Ingi Jóhannsson, skuldi vera forsætisráðharri. Men tað elvdi til mikið rumbul, tá tað kom fram, at hetta bara skuldi vera fyribils, og at Sigmundur Davíð ætlaði sær aftur í sessin. 

Í dag varð so endaliga greitt, at Sigmundur Davíð fer frá, og at Sigurður Ingi er nýggjur forsætisráðharri. Hetta verður staðfesti á tingfundi á middegi í morgin.

Val í heyst

Tað verður tó ikki leingi, Sigurður Ingi sleppur at sita við valdinum, tí í kvøld boðaðu hann og Bjarni Benediktsson, formaðurin í hinum stjórnarflokkinum, Sjálfstæðisflokkinum, at val verður í Íslandi í heyst. Dagurin er ikki ásettur. 

Á tíðindafundinum á trappuni í tinghúsinum, søgdu teir báðir, at stjórnarsamstarvið heldur fram óbroytt til valið, og at ætlanin er at arbeiða fyri at røkka nøkrum av teimum málum, flokkarnir hava sett sær fyri, áðrenn valið verður.

Hvussu hetta arbeiðið gongur, fær eisini ávirkan á, nær sjálvt valið verður hildið, søgdu teir báðir.

Sjálfstæðisflokkurin ætlar ikki at skifta nakran ráðharra út, men Sigurður Ingi, forsætisráðharri og næstformaður í Framsóknarflokkinum, segði, at okkurt fer at koma óvart á fólk í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558